Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólahald umborð á Atlantic Navigator

John William Joensen

1. jóladag fingu vit hendan teldupostin frá Atlantic Navigator um jólahaldið umborð. Nakrar av myndunum eru við hesi greinini, ímeðan fleiri eru í hinari. Lesið um jólahaldið og njótið myndirnar.

 Jólahald umborð á Atlantic Navigator.


 


Í dýrdarveðrinum jólaaftan legði Atlantic Navigator stilt frá klokkan 17.00 til 21.00, tá jólahald varð hildið umborð. Borðreitt varð við dunnu til føroyska partin av manningini, og til norska partin varð pinn-kjøtt á skránni. Pinnkjøtt minnir nakað um føroysk riv. Tey verða tá kókaði fyrst, og síðani sett í ovnin. M.a. verður súrkál latið afturvið.
Tá øll manningin hevði skaffað, var felags jólahald við kaffi og rísalamande. Eisini kom jólamaðurin á vitjan, har pakkar vórðu latnir allari manningini. Hetta var ein sera hugnalig løta, og manningin letur heilsa sjómanskvinnuringinum mangar ferðir fyri tær fantastisku gávurnar.
Sangblað varð útdeilt til manningina, og jólasangir vórðu sungnir.
Norðlýsið hevur fingið ein hóp av myndum frá jólahaldinum so ætt, kenningar og avvarandi kunnu fáa ein møguleika at síggja onkran av sínum kæru, avmyndaði umborð á Atlantic Navigator jólaaftan 2005.
Tað er Jógvan Eliasen, ið sendir okkum tilfar og myndir. Tit eru vælkomin at senda Jógvani ein teldupost, um tit hava eina heilsan til onkran umborð. Hon verður so latin víðari. Adressan er jegvan@brandur.com